fo / en
Totalview HR Recruitment
Developed by Formula

Leiðari til Effo í Gundadali

At taka avgerðir fellir tær lætt, tú tekur ábyrgd uttan at blunka og "einki problem" er tín mest brúkt setningur.

 

Starvið

Tú fært ábyrgd av og sleppur at seta títt fingramerki á ta størstu støðina hjá Effo.

Tínar høvuðsuppgávur verða at hava støðina væl skipaðan, so hetta gevur hægsta nøgdsemi millum kundar og starvsfólk - í einum ferðmiklum umhvørvi.

Aðrar uppgávur vera m.a., innkeyp av vørum, góðkenning av fakturum, samskifti við heilsølur, arbeiðsskema v.m.

Talan er um fulltíðarstarv við fastari løn og frálíkum starvsfólkatreytum. Óført, um tú fært byrjað skjótast gjørligt.

 

Tú hevur gott yvirlit, góð samstarvsevni og megnar at leiða einum dugnaligum toymi av starvsfólki.

Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni. Tú hevur eina orku sum smittar og tekur fegin eitt eyka tak, tá á stendur.

Fyrimunur er, um tú hevur hóskandi royndir ella útbúgving.

 

Vit

Effo er eitt føroyskt felag, ið støðugt flytur seg. Orka er okkara lyklaorð. Vit geva tær upplæring og skeið.

 

Umsókn

Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Vilt tú hava meira at vita um starvið, vinarliga set teg í samband við Hilmar Sam Lamhauge á telefon 229090 ella hsl@effo.fo. Skrivlig umsókn skal sendast í seinasta lagi mánadagin 13. september.

Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.

 

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

 

Um Effo

Effo er eitt føroyskt orkufelag hvørs endamál er at veita orku til føroyska samfelagið bæði á landi og sjógvi. Vit hava 200 dugnalig starvsfólk, ið veita ymsar vørur og tænastur til kundar kring allar oyggjarnar. Høvuðsskrivstovan er á Óðinshædd í Tórshavn og virksemið er kring allar oyggjarnar. Effo eigur helmingin av felagnum Vindrøkt, sum rekur 3 vindmyllur, og veitir grøna orku til 1250 húsarhald.

Harumframt eru 10 Effo støðir kring landið harav Effo rekur 7, sum allar selja gerandisvørur, skundverðar og brennievni. Effo í Gundadali er størsta Effo støð, og sum hevur flestar avgreiðslur um dagin.

 

 

Date Posted
02. Sep 2021
Job
Leiðari til Effo í Gundadali
Job Title
Leiðari til Effo í Gundadali
Company
Effo
Department
Gundadalur
Application Deadline
13. Sep 2021
Start Date
Immediately