Current Vacancies
Effo sóknast eftir einum ágrýtnum og dugnaligum goymsluleiðara til goymsluna í Fuglafirði
Starvið er at veita kundum okkara tænastu á hægsta stigi og at seta kundans tørv í fyrstu røð. Tú fært tilvísing til rakstrarleiðaran.
Arbeiðið umfatar
At vera leiðari fyri goymsluni í Fuglafirði
Skipa fyri at goymslan verður rikin á fullgóðan og tryggan hátt og vera við í tí dagliga arbeiðinum
Samskifta við kundar og veitarar
Harumframt luttekur tú í vaktarskipanini saman við øðrum
Vit vænta av tær, at tú:
· ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt
· fylgir mannagongdum
· hevur fulla fatan fyri okkara trygdarskipanum
· ert fleksibul
· klár/ur at taka móti avbjóðingum
Vit bjóða
· eitt støðugt arbeiði í einum góðum og skipaðum umhvørvi
· dugnalig starvsfólk og góðan starvsfólkatrivnað
· neyðuga upplæring
· tú verður partur av verandi arbeiðstoymi hjá Effo í Eysturoynni
Umsókn
Skrivlig umsókn við upplýsingum um royndir skal vera okkum í hendi innan 15. feb. 2021
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Magna Dybczak rakstrarleiðara tlf 216822.
Løn eftir avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Effo Bunkers er størsta oljugoymsla í landinum
Effo Bunkers er ein partur av Effo samtakinum og er einasta felag í Føroyum sum í høvuðsheitum veitir flestu sløg av tungolju til skip og virkir, har skipini bæði eru føroysk og altjóða.
Effo er eitt føroyskt orkufelag hvørs endamál er at veita orku til føroyska samfelagið. Vit hava 200 dugnalig starvsfólk, ið veita ymsar vørur og tænastur til kundar kring allar oyggjarnar. Effo samtakið hevur ISO góðkenningar innan ISO 9001 góðska, ISO 14001 umhvørvi og ISO 45001 arbeiðsumhvørvi.
Høvuðsskrivstovan er á Óðinshædd í Tórshavn og virksemið er kring allar oyggjarnar.
Vilt tú gerast ein partur av Effo toyminum?
Vit sóknast eftir dugnaligum og tænastusinnaðum fólki til okkara Effo støðir kring landið.
Effo sóknast eftir einum ágrýtnum og dugnaligum persóni til goymsluna á Viðarnesi
Starvið
Starvið er at veita kundum okkara tænastu á hægsta stigi og veita orku til kundar á sjógvi og landi.
Arbeiðið umfatar
At veita kundum vørurnar og tænastuna tey hava tørv á av goymsluni á Viðarnesi
Vera avloysari sum tangabilførari tá tørvur er á tí
Annað arbeiði í samband við oljuúrdráttir
Tínir førleikar
Tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, fylgja mannagongdum og hevur fullað fatan fyri okkara trygdarskipanum. Tú ert fleksibul og klár/ur at taka móti avbjóðingum.
Tað er ein treyt, at tú hevur stóra koyrikortið, og at tú hevur royndir at koyra stórar bilar. Ynskiligt er eisini at tú hevur trukk-, og kranaloyvi tó ikki krav.
Vit bjóða
Eitt støðugt arbeiði í einum góðum og skipaðum umhvørvi. Tú verður partur av verandi arbeiðstoymi hjá Effo á Viðarnesi. Vit bjóða mánaðarløn samb. galdandi sáttmála, harundir eisini eftirløn. Tú fært neyðuga upplæring.
Umsókn
Skrivlig umsókn við upplýsingum um royndir skal vera okkum í hendi innan 15. des. 2020.
Starvið verður sett 2. jan. 2021.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðfinn Sigurstein goymsluleiðara tlf 21466 ella Magna Dybczak rakstrarleiðara tlf. 216822
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Effo
Effo er eitt føroyskt orkufelag hvørs endamál er at veita orku til føroyska samfelagið. Vit hava 200 dugnalig starvsfólk, ið veita ymsar vørur og tænastur til kundar kring allar oyggjarnar.
Høvuðsskrivstovan er á Óðinshædd í Tórshavn og virksemið er kring allar oyggjarnar. Vit hava 7 støðir kring landið, sum selja gerandisvørur, skundverðar og brennievni.